Tá marglætisskipið Queen Victoria kom á Havnina í morgun, var tað ein ikki sørt spentur og errin skipari, ið legði stóra ferðamannaskipið at á molanum.
Tað er Inger Klein Thorhauge úr Vestmanna, ið er skipari umborð á Queen Victoria, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum.
Skipið kom fyrst til Norðhavnina í Ánunum í gjár og liggur so á Havnini í dag.
Umborð eru beint omanfyri 2.000 ferðafólk, umleið at næstan túsund fólk arbeiða umborð, so tilsamans eru næstan 3.000 fólk við Queen Victoriu hvørja ferð.
Stóra marglætisskipið byrjaði túrin 15. juni og er hetta síðsti steðgurin áðrenn Southampton, har hesi ferðafólkini fara í land sunnudagin og nýggj koma umborð.
Niðanfyri ber til at hoyra Inger Klein Thorhauge greiða frá túrinum til Føroya og um lívið umborð á marglætisskipinum.










