Gleðast um at verða í effodeildini aftur

(Ljóðsamrøða) Hoyr formannin í 07 Vestur, Hendrik T. Olsen taka samanum júst farna kappingarár

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum in.fo/Rás2 hevur gjørt við Hendrik T. Olsen, formann í 07 Vestur, sum sæst til vinstru á myndini.

 

Í dag endaði 07 Vestur kappingarárið í 1. deild við einum 12-1 metsigri á B71 í Traðardali heiman á Sandi. 

 

Hendrik T. Olsen undirstrikar, at tað hevur stóran týdning fyri vesturøkið at hava eitt lið í effodeildini aftur. Hann sigur, at 07 Vestur ætlar ikki at styrkja liðið við meir enn tveimum spælarum. Annars er ætlanin at klára seg við tí unga og evnaríka fólkinum, sum er í hópinum, sum verður lítið broyttur til komandi kappingarár.

 

Hendrik T. Olsen staðfestir, at gongdin í teimum yngru deildunum er eisini góð hjá 07 Vestur. 

 

(Mynd: jn.fo)