Glarsmiðjan í nýggjum hølum

Fríggjadagin 3. februar læt Glarsmiðjan - innramming og gallarí upp í nýggjum hølum í Dr. Jacobsensgøtu 7 í Havn. Í hesum sambandi var móttøka fyri listafólkum, viðskiftafólkum og øðrum

Glarsmiðjan byrjaði í N. Finsensgøtu fyri umleið 20 árum og flutti fyrst í 90-unum til Bøgøtu 16.

Í 1998 keypti Anders Jonassen fyritøkuna. Sama árið keypti hann eisini húsini í Dr. Jacobsensgøtu 7, sum nú eru umbygd til virksemið hjá fyritøkuni. Umframt gallarí, handil og verkstað í miðhæddini er virksemið víðkað til eisini eitt gallarí í kjallaranum.

Anders Jonassen sigur, at endamálið hjá honum er, at hava tað sum danir kalla ein "kunsthandil", har fólk kunnu koma inn og keypa ein málning á staðnum og ikki noyðast at bíða til ein evt. framsýning er liðug. Men høvuðsvirksemið hjá fyritøkuni er farmvegis innramming. Glarsmiðjan selur eisini steinprent fyri Grafiska verkstaðin.

Magnus Hansen, arkitektur, hevur teknað, og Sp/f Húsavarðartænastan hevur staðið fyri byggingini.