Eftir trý umsóknarumfør eydnaðist tað endiliga myndugleikunum at finna ein avloysara fyri skúlastjóran á Venjingarskúlanum. 1. juli tekur Petur Ove Petersen við starvinum sum skúlastjóri, har hann verður stjóri fyri 446 næmingum í tilsamans 19 flokkum og fyri 41 lærarum.
Petur Ove Petersen tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1984. Hann hevur drúgvar royndir við undirvísing í fólkaskúlanum, og harumframt hevur hann starvast sum ráðgevi á Landsmiðstøðini í mong ár. Eisini hevur hann gjørt undirvísingartilfar í lærugreinunum søgu/samtíð og náttúru og tøkni. Petur Ove hevur nomið sær útbúgvingar innan leiðslu, og hevur leiðsluroyndir sum settur leiðari á Landsmiðstøðini í tvey og eitt hálvt ár. Eisini var hann settur varaskúlastjóri í Sankta Frans skúla skúlaárið 2004/05. Petur Ove starvast í dag í samskipaðum starvi sum lærari í Sankta Frans Skúla og sum námsligur ráðgevi á Landsmiðstøðini.
Vit hava sett nýggja stjóranum nakrar spurningar.
Trivnaður smittar
Hví valdi tú at søkja starvið sum skúlastjóri?
- Eg má viðganga, at eg hevði ongar ætlanir um at søkja starvið. Men eftir drúgva umhugsunartíð og áheitanir frá góðum fólki, legði eg kortini eina umsókn niðan í evstu stund, tá starvið varð lýst leyst á triðja sinni.
Eg havi nomið mær leiðsluútbúgving á Handilsskúlanum, og harumframt havi eg verið á ársskeiði í Danmark í skúlaleiðslu. Og so hugsaði eg, at nú eg eri 56 ár, er hetta kanska júst stundin at gerast leiðari, um tað skal vera.
Tað, sum eg haldi vera allar størsta og týdningarmesta uppgávan hjá einum skúlastjóra er at síggja til, at lærararnir trívast. Tí tað smittar av á allan skúlan, bæði fakliga og sosialt, tá lærarin kemur væl upplagdur og glaður í skúla hvønn dag.
Í mínari verð er skúlin ein lærandi stovnur, har bæði lærarar og næmingar læra av hvørjum øðrum.
Skúlin skal osa av demokrati, og vit skulu læra at seta greið mál, bæði fyri skúlan, flokkin og persónlig og faklig mál fyri einstaka næmingin. Í hesum sambandi er eisini vert at nevna eftirmeting, ikki sum royndir útsendar frá Mentamálaráðnum, men sum eftirmeting í eygnahædd, sum vit als ikki hava traditión fyri í Føroyum - enn.
Samskiftið fremst
Hvat metir tú vera tínar styrkir – og veikleikar?
- Sum sagt, so liggur trivnaðurin hjá lærarunum mær fremst í huga, og eg meti eisini, at tað er á tí økinum eg havi mínar størstu styrkir. Sum heild er tað at samskifta, at lurta og at seta meg inn støðuna hjá øðrum mín fremsti førleiki. Sostatt eru tað teir menniskjaligu førleikarnir og sambondini eg raðfesti fremst, og sum ætli mær at menna - tilgongdin kemur fram um strukturin. Harumframt brenni eg fyri menning og broyting, og toli ikki, tá tingini steðga upp. Um eg skal siga okkurt um veikleikar mínar, so er tað kanska tað skipaða við pappírarbeiði og tíðarfreistum, sum bara skal gerast.
Toymi upp á tvørs
Hvat roknar tú við verður ein spennandi avbjóðing?
- Venjingarskúlin fer yvir til sjálvstýrandi toymi eftir summarfrítíðina, har hvør bólkur av lærarum hevur ábyrgdina av ymsu flokkunum og lonunum. Hetta er sera spennandi, men eg kundi eisini hugsað mær, at ment tey fakligu toymini upp á tvørs av flokstigum, so lærarar, sum undirvísa í máli, lesing ella náttúruvísindaligu lærugreinunum, hava fakliga sparring. Soleiðis fáa vit toymini at virka bæði horisontalt og diagonalt.
Javnt og tætt samstarv
Hvussu ætlar tú ítøkiliga at menna trivnaðin?
- Yvirskipaðu krøvini, sum koma úr erva, eru ikki mín stílur. Til dømis rokni eg ikki við at hava skipaðar starvsfólkasamrøður einaferð um ári, sum næstan er eitt krav í dag. Fyri meg er tað ónatúrligt, tí mær dámar betur at hava eitt javnt og tætt samstarv við lærararnar í gerandisdegnum. Alla tíðina við tí í huganum, at ein glaður, væl upplagdur og væl fyrireikaður lærari er fundamentið í skúlanum, og honum skal eg lurta eftir. Tí fari eg eisini at leggja meg eftir, at lærararnir, so vítt gjørligt, sleppa at undirvísa í teimum lærugreinum og flokkum, sum teir ynskja. Harumframt ætli eg mær at leggja doyin á, at lærarar alla tíðina verða sendir á skeið og eftirútbúgving, so teir menna seg persónliga og fakliga.
Truplu næmingarnir
Hvussu ætlar tú at handfara truplar næmingar?
- Truplir næmingar er ein trupul spurningur, sum eg ikki kenni nakra endaliga loysn á. Slíkir næmingar eru líka so ymiskir sum allir aðrir næmingar. Men eitt er greitt – vit brúka alt ov nógva orku uppá at broyta trupla næmingin, í staðin fyri at savna okkum um at laga skúlan til, so hann eisini rúmar tílíkum næmingum. Hóast eg haldi, at teir skulu hava teir bestu lærararnar og góðar hølisumstøður, so er tað ongin loyna, at peningur ikki er til alternativar loysnir, og tað skulu vit hava politikararnar at skilja.
Frið og pening
Hvat heldur tú um støðuna í skúlaverkinum?
- Eg kenni ótrúliga nógvar ágrýtnar og dugnaligar lærarar. Men nógv kundi verið betri. Til dømis er ovurstórur mangul uppá undirvísingartilfar og lesiætlanir. Og so manglar kanska eisini ein arbeiðsgleði hjá nógvum lærarum. Tí skal skúlin hava frið og pening til at arbeiða. Eg skilji ikki politikararnar, harav nógvir sjálvir eru lærarar. Tí sjálvandi eru tað ikki bara pengar, sum skulu til, men at játta fleiri pengar er eisini eitt gott signal at senda, og ein viðurkenning av, at skúlin hevur týdning. Tað er onki óført, tá bæði fimm og seks milliónir skulu játtast til viðlíkahald av einum tunli, men skal Skúlabókagrunnurin hava eina hálva millión, so er orðaskifti ein heilan dag í tinginum.
Blanda meg uppí
Er tað lættari hjá tær at finnast at, nú tað hevur verið so torført at fáa fólk at søkja starvið sum skúlastjóri?
- Nei, tað haldi eg ikki. Eg eri púra erligur og stingi onki undir stólin. Eg hava verið skúlamaður í somikið nógv ár og kenni somikið nógv skúlafólk, at eg veit, hvat eg vil, og hvat eg meini. Tí ætli eg mær eisini at blanda meg uppí skúlakjakið, nakað sum nógv fleiri lærarar og foreldur eisini áttu at gjørt. Fáir politikarar vita, hvat hendir úti í skúlunum. Skulu vit varðveita trúvirði, so mugu vit standa inn fyri tí, sum vit gera.
--
Sitat:
Skúlamaðurin Svend E. Pedersen sigur, at ein góður skúlaleiðari:
Skal kunna: taka initiativ, kanna, granska, handla, seta spurningar, søkja svar, loysa trupulleikar.
Skal menna: Sjálvsvirði, sjálvsálit, sjálvstøðugleika, ábyrgd, sjálvsvirkni.
Hava: Fantasi og lívsmót
Hava hug til: At fáa til vega skil fyri umheiminum og tilveruni
Sitat:
Norskir næmingarnir vórðu spurdir: hvussu vit fáa ein góðan skúla?
Teir svaraðu: Ein glaður lærari – ein lærari, sum kemur til tíðina - ein lærari, sum er væl fyrireikaður – ein lærari, sum letur okkum arbeiða sjálvstøðugt og – rein vesi!