Amerikanska oljufelagið Arco hevur hesar seinastu dagarnar gjørt kanningar í Føroyum. Talan er um eitt slag av elektromagnetiskum kanningum, har streymur verður sendir niður í undirgrundini. Mótstøðan í grótinumverður mátað, soleiðis at tað ber til at fáa upplýsingar um slagið av gróti.
Tað er eitt italskt kanningarfelag, sum ger kanningarnar fyri Arco. Tilsmans sjey mans frá felagnum hava verið í Føroyum í meira enn eina viku. Teir hava gjørt kanningar sínar í Suðri, millum Sumba og Fámien, í Saksun og nærhendis Oyndarfirði.
Sosialurin skilur, at kanningarnar hava verið væleydnaðar. Teir hava í hvussu er fingið gott tilfar at arbeiða víðari við. Í Suðri var lítil munur á mátingunum, meðan tað gav eitt heilt annað úrslit norðanfjørs.
Endamálið við hesum kanningum er at vita, hvat er undir basaltinum og finnast møgulig sedimentløg millum grundfjallið og basaltið, hvussu tjúkk eru hesi.