Gjørdu seg inn á politist og sjúkrabil í Havn

Hvørki løgregla ella portørar á Landssjúkahúsinum, fingu frið í at útinna sítt arbeiði miðbýnum í Havn um vikuskiftið

Slík mál taka vit í størsta álvara.

Tað sigur løgreglan, eftir at ein maður gjørdi seg inn á ein løgreglumann í Havn sunnunáttina.

 

Løgreglan tók ein mann fyri rúsdrekkakoyring, men tað gjørdist maðurin so óður um, at hann legði á ein politist, har hann bæði skumpaði og hótti politistin.

Tískil varð maðurin handtikin og koyrdur í varðhaldið í Klaksvík at sova rúsin av sær.

 

Í gjár varð maðurin avhoyrdur og síðani leyslatin aftur.

Men hann er skuldsettur fyri harðskap ímóti tænastumanni og sleppur ikki undan at møta í rættinum

Løgreglumaðurin fekk onkrar smávegis skeinur av viðferðini.

Vit taka tað í størsta álvara, tá ið vit ikki fáa frið at gera okkara arbeiði og tað verður ikki góðtikið undir nøkrum umstøðum, sigur løgreglan.

 

Annars mátti løgreglan eisini uppí, tá ið ein sjúkrabilur varð boðsendur í Steinatún, eftir at eitt fólk varð dottið um.

Men fólk á staðnum gjørdu seg inn á sjúkrabilin og portørarnir føldu seg so mikið ótryggar, at teir bóðu løgregluna um hjálp at koma sjúklinginum til hjálpar.

Eingin varð handtikin í tí sambandinum, sigur løgreglan.