Gjaldskort verða ofta misbrúkt

Tað kemur meir enn so fyri, at fólk seta seg í samband við bankan, tí ein upphædd er farin av gjaldskortinum, sum tey ikki kenna nakað til

Tað kemur meir enn so fyri, at fólk seta seg í samband við bankan, tí ein upphædd er farin av gjaldskortinum, sum tey ikki kenna nakað til. Naina Jespersen, leiðari í kundatænastuni í Banknordik, greiðir frá, at aloftast snýr tað seg um eitt keyp, sum kundin av onkrari orsøk hevur gloymt.

 

 

Les: iTunes av órøttum tikið útvið 6000 krónur

 

 

– Tá vit síðani fara at kanna keypið, so byrjar kundin spakuliga at minnast, staðfestir hon.

 

 

Tað kemur eisini ofta fyri, at foreldur hava keypt eitthvørt á netinum, goymt kortupplýsingarnar á síðuni, og síðani keypa børnini okkurt av óvart á netinum. Hetta keypið kann eisini henda nógv seinni.

 

 

– Hetta hendir ikki ofta, men tað kemur javnan fyri. Vit plaga at mæla foreldrum til at goyma kortið burtur, og ikki lata tað liggja frammi, so upplýsingarnir verða atkomuligir, sigur hon.

 

 

Um onki av omanfyristandandi er hent, so er eisini møguligt, at onkur hevur gjørt seg ólógliga inn á telduna hjá tær og brúkt tínar persónligu kortupplýsingar, uttan at tú veitst av tí, greiðir hon frá.

 

 

Naina Jespersen leggur tó afturat, at tey í bankanum hava góðar royndir, at fáast við júst iTunes, og tað plagar ikki at verða trupult, at fáa peningin afturgoldnan, um okkurt er farið fram av órættum.

 

 

Hon heldur, at Maria Mørkøre, sum in.fo tosaði við í gjár,tí iTunes av órøttum hevði tikið útvið 6000 krónur av konto hennara, átti at kunnað fingið peningin endurgoldnan, tá hon setur seg í samband við iTunes í Írlandi, har peningurin varð trektur av kono hennara.

 

 

– Tey eiga at síggja, hvat er hent, og at hon ikki hevur fingið nakra vøru, sum kontoin er trekt fyri. Okkara royndir siga okkum, at tey á iTunes eru ærlig og rættvís, tá tað snýr seg um slíkt, staðfestir hon.