Gjørdist meira sjaskut seinnapartin

- Í dag var nógvur fuglur at síggja, og nátin var bæði feitur og væl fyri, sigur Eilif Brimheim.

Í dag hevur verið hampiligt nátaveður, men bæði í gjár og fyrradagin var neyvan roynandi - uttan kanska onkra hendinga staðni, har landið lívdi fyri ættini.

 

Útlitini til dagin í dag vóru rímiliga góð, soleiðis sum veðurvánirnar hava verið, og ivaleyst hava fleiri bátar verið og stimað eftir nátungum í dag.

 

Vit hava hoyrt frá Eilifi Brimheim, sum hevur verið og stimað eftir nátungum í dag, og hann sigur, at teir gjøgnum dagin sóu fitt av bátum á nátaveiði.

 

- Vit fóru úr Havn og hildu leiðina eystur um Svínoynna og Fugloynna, og vit vóru eisini norðan fyri oyggjarnar. Nógvur fuglur var at síggja, og nátin var bæði feitur og væl fyri.

 

Eilif Brimheim sigur, at út á seinnapartin gjørdist tað meira sjaskut í sjónum, og teir góvust at taka, tá teir høvdu tikið 130 nátungar.