Hjá Føroya treystasta rennara var tað bara ein av mongum longum og strongum ferðum heima á landi ella uttanlands. Hjá mest sum øllum øðrum ljóðar tað sum nakað, ið næstan ikki eigur at lata seg gera.
Seinnapartin í gjár tók Pól Sundskarð nítjan fjøll í norðasta parti í Suðuroy. Í dag hevur Pól lagt myndir á facebook frá túrinum. Har er eisini kortið, har hann hevur sett nøvn á øll fjøllini, sum hann tók úr Sandvík og á túrinum norður og vestur yvir, áðrenn hann setti kós suður eftir og síðani eystur yvir og so suður til Froðba, hagar hann kom, tá ið tað var vorðið myrkt.
Her ber til at síggja mongu myndirnar, sum Pól tók á túrinum, og sum hann í dag hevur lagt á facebook: