Næstan triðja hvørt fólk í Bretlandi er givið við at eta lidnar rættir við kjøti, síðani gølan um rossakjøtið tók seg upp. Tað vísir ein kanning hjá blaðnum Independent.
Í kanningini siga sjey prosent, at tey eta als ikki kjøt longur, og meiri enn helmingurin av teimum spurdu vilja hava myndugleikarnar at banna øllum kjøtinnflutningi, til fólk fáa vissu fyri, hvat tað er fyri kjøt, sum tey keypa.
Fyrradagin vóru fólk hjá bretska matvørueftirlitinum í tveimum kjøtvirkjum í London og einum í Hull, og eftirlitið hevur nú latið Europol úrslitið av øllum kanningunum, sum tað hevur gjørt í sambandi við kjøtgøluna. Europol skal so samskipa alt tilfar í sambandi við málið.