Gitte Seeberg, sum tók seg úr ny Alliance herfyri, fer nú eisini úr Fólkatinginum Gitte Seeberg hevur valt at siga tingsessin frá sær, tí hon hevur fingið arbeiðið sum aðalskrivari í donsku deildini av Heimsnáttúrugrunnminum.
Gitte Seeberg varð vald á Fólkating sum valevni hjá Ny Alliance, og tí fær tann flokkurin annað umboð á ting nú, sjálvt um Gitte Seeberg tók seg burtur úr Ny Alliance herfyri.
Gitte Seeberg byrjar í nýggja starvinum tann 1. septembur.