Gingið væl hjá Evi í Skotlandi

Leygarkvøldið og sunnukvøldið spældi countrysongkvinnan Evi Tausen á tónleikafestivali í Thurso í Skotlandi. Bæði kvøldini vóru framførslurnar fimm korter til longdar, og Jens Marni Hansen, sum spælir gittar í bólkinum hjá Evi, sang eisini tveir sangir á konsertunum.

 

Framførslurnar hjá Evi lukkaðust væl, og tey fingu góð ummæli fyri konsertirnar.

 

Amerikansku countrysangararnir Connie Smith og Will Banister vóru høvuðsnøvn á Caithness festivalinum, og Evi og tey fingu eisini høvi at heilsa upp á tey bæði. Evi og tey fingu skapt sambond til Texas, har hon í summar skal arbeiða saman við Bobby Flores, sum er væl umtóktur countrytónleikari.

 

Bólkurin hjá Evi hevur verið mannaður við Jens Marna Hansen, Paula Magnussen, Gotfred Joensen, Josva Debes, Halli Djurhuus og Angeliku Nielsen. Gudmundur Djurhuus er umboðsmaður hjá Evi.

 

Nú gongur leiðin hjá Evi og hennara tónleikarum til Írslands, har Evi skal hava tvær konsertir saman við countrysangarum úr Texas.