Fyri triðju ferð á rað er TB í dag norðanfyri. Í fyrsta umfari var tað í Klaksvík, so var TB í Gøtu, og í dag er TB í Hólmanum á Eiði.
Rúni Gaardbo fer at bríksla fyrstu ferð klokkan 16, og nú er tað greitt, at Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá EB/Streymi, hevur allar teir ellivu á vøllinum, sum sunnudagin stóðu seg so væl, tá ið tað endaði við 1-0 tapi á útivølli ímóti meistarunum í Klaksvík.
Hjá TB eru tvær skiftingar. Gilli Rólantsson Sørensen var sjúkur, tá ið TB var í Gøtu. Í dag er landsliðsspælarin, sum fyri stuttum flutti úr Noregi og aftur til barndómsfelagið TB, millum teir fyrstu ellivu.
Zoran Pavlovic, sum er á Tvøroyri og er ætlaður at vera TB venjari, tykist framvegis at bíða eftir loyvunum. Aftur í dag er Karl Øster høvuðsvenjari, og Ndende Adama Guéye er hjálparvenjari. Tað veru tvær broytingar á TB liðnum sammett við liðið, sum sunnudagin var í Gøtu. Nýggir á liðnum eru Gilli Rólantsson Sørensen og Andreas Midjord, sum í Gøtu og beinanvegin eftir steðgin avloysti Ragnar Joensen. Ragnar Joensen er á beinkinum í dag, meðan einki er at síggja til Simeon Petrov.
EB/Streymur – TB: Rúni Gaardbo kl. 16.00.