Øgiliga keðiligt

?Uppgávan hjá felagnum var at fáa føroyskan tónleik fram uttanlands, og tí er tað keðiligt, at okkara tónleikarar missa henda møguleika, sigur Ninnie Enni.

Mamma føroysku poppstjørnuna, Brand Enni, er kedd av, at plátufelagið NAME fer í søguna. Ninnie Enni heldur tað er stórt spell, at peningur skal vanta í og at plátufelagið tískil má gevast.
?Tað er ógvuliga keðiligt, at plátufelagið má gevast, tí uppgávan hjá felagnum var at fáa føroyskan tónleik fram uttanlands, og tað er keðiligt fyri okkara tónleikarar at missa henda møguleika, sigur Ninnie Enni.

Onga ávirkan
Spurd, um rokið seinastu dagarnar hevur ávirkað Brand, svarar Ninnie, at tað hevur tað ikki. Hann gongur í skúla sum vanligt, og ynskir hann framhaldandi at fáast tónleik, so er einki í vegin fyri tí. Brandur hugsar ikki nógv um tað, ið fer fram í løtuni, men heldur seg til tónleikin.
? Vit hava aldrin væntað tað heilt stóra við Brandi, og vit hava verið ovurfegin um tað er hent, sigur mamma Brand.
Spurd, um hon væntar, at møguleikarnir verða færri hjá soninum at koma fram uttanlands, nú NAME verður upployst, svarar mamman, at tað fer helst at fáa avleiðingar. Hon leggur kortini afturat, at Brandur hevur selt eitt ótal av fløgum í bæði Føroyum og Íslandi, áðrenn NAME varð sett á stovn, so tað ber til uttan plátufelagið.

Krúttunnan Steintór
Ninnie vísir á, at Steintór Rasmussen hevur verið heilt fantastiskur fyri Brand. Hon lýsir hann sum ein krúttunnu, ið ger eitt megnar arbeiði fyri føroyskan tónleik. ?Hann hevur uppiborið ein heiðursløn fyri sítt arbeiði, heldur enn at fara á heysin, sigur Ninnie Enni at enda