Gigni fegnast um nýggju karmarnar í Klaksvík

- Gigni ger eitt týðandi og grundleggjandi arbeiðið á skúlunum kring landið, og tí er umráðandi, at kommunur útvega teimum best møguligar karmar.

- Vit eru sera fegin um at hava útvegað Gigni góðar hølisumstøður á skúlanum tætt at næmingunum og starvsfólkunum her á Skúlatrøð.

 

Tað sigur Eyðstein Ólason Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung í Klaksvíkar kommunu.

 

- Gigni ger eitt týðandi og grundleggjandi arbeiðið á skúlunum kring landið, og tí er umráðandi, at kommunur útvega teimum best møguligar karmar um arbeiðið, sum tey gera.

 

Eyðstein vísir á, at í Klaksvík hava heilsufrøðingarnir ongantíð havt hølir tætt at næmingunum inni á skúlanum.

 

- Hetta var tí eitt av málunum, sum eg setti mær fyri at fáa framt sum formaður í trivnaðarnevndini børn & ung, ið varðar av hesum øki vegna býráðið, sigur Eyðstein Ólasaon Poulsen.

 

Hann vísir á, at í sambandi við hesa flyting, hava tey eisini lagt dent á, at heilsufrøðingarnir hjá Gigni fingu hølir saman við skúlasálarfrøðinginum á Skúlatrøð, sum í løtuni er ein undangongu royndarverkætlan hjá Undirvísingarstýrinum saman við Skúlatrøð.

 

Sigrun Dalsgaard Hansen, heilsufrøðingur hjá Gigni, hevur starvast í nøkur ár á Skúlatrøð, og hon fegnast um nýggju karmarnar, sum tær hava fingið á skúlanum.

 

- Frammanundan høvdu vit hølir í einum grannabygningi tætt at skúlanum, sum ikki var optimalt. Hetta er tí eitt stórt framstig, sum vit leingi hava ynskt okkum, og sum gevur okkum munandi betri arbeiðsumstøður og eisini tættari samband við næmingarnar og skúlan sum heild, sigur hon.