Ghetto Føroya: Havnin ella útjaðarin

Í dag fara fólkini í Ghetto Føroyar at kjakast um hvørt landið eigur at seta allar kreftir inn fyri at gera Havnina til ein enn størri høvuðsstað, ella um landið skal royna at menna útjaðaran, og lata Havnina klára seg sjálva.

 

Vit kenna øll hendan trupulleikan. Mangan hevur verið kjakast um hvørt samfelagið eigur at brúka enn meira pengar uppá at gera Havnina so fjølbroytta og spennandi sum gjørligt, ella um samfelagið eigur at leggja alla orku í at stimbra útjaðaran.

 

Hetta evnið verður á skránni í Ghetto Føroyar sendingini, sum verður í dag klokkan 13.00 til klokkan 15.00. Vanligt hevur Ghetto Føroyar verið á skránni frá 15.00 og úteftir, men í dag verður øðrvísi, tí seinnapartsendingin hjá Ràs2 verður í dag send beinleiðis úr Barcelona.

 

Tískil verður Ghetto Føroyar millum 13.00 og 15.00.

 

Í dag er seinasta Ghetto Føroyar sendingin áðrenn summarsteðgin, og umframt kjakið um Havnina kontra útjaðaran, so verður eisini livandi tónleikur við Una Debess, eitt prát um dystin millum Týskland og Føroyar í september, og eitt prát við tónleikaran Sakaris, sum skjótt útgevur eina nýggja fløgu.