Gevast at brúka koppar og gløs úr plasti og pappíri á Glasi

Næmingar og lærarar á Glasi taka eitt tak fyri umhvørvinum

Nú verða einnýtiskoppar og einnýtisgløs úr plasti og pappíri, ikki longur at fáa á landsins størsta skúla, Glasi. Í einum uppslagi á skúlanum vísa tey, sum arbeiða í kantinuni, á, at síðani Glasir lat upp í august í fjør, hava tey brúkt ikki minni enn 120.000 einnýtisíløt úr plasti og pappíri. Og tey siga, at bæði næmingar, og lærarar hava tosað um at hetta eigur ikki at halda fram.

 

Tí fara tey hereftir bara at brúka endurnýtslukoppar og endurnýtslugløs til kaffi, te, og annað drekkandi, sum er at fáa í kantinuni. Nýggju reglurnar koma í gildi nú fríggjadagin, 1. mars.

 

Tey siga, at næmingar eru vælkomnir at hava kopp, ella glas við heimanífrá, men annars verða endurnýtslukoppar og endurnýtslugløs at fáa til keyps í kantinuni. Og tey, sum taka av tilboðnum um at keypa, skulu nokk ansa eftir teimum, tí eitt endurnýtsluglas kostar 20 krónur og ein termokoppur kostar 95 krónur.