Geva tól sum kann bjarga mannalívi

Nú klokkan 9 fara íslendsku feløgini, sum hava latið tøknina til uppsjóvarvirkini á Tvøroyri og í Fuglafirði, at handa eitt kærkomið tól til Sjúkraflutningstænastuna.

Nú klokkan 9 í morgun fara íslendsku feløgini, sum hava latið tøknina til stóru uppsjóvarvirkini á Tvøroyri og í Fuglafirði, at handa eitt kærkomið tól til Sjúkraflutningstænastuna.

 

Hetta er eitt tól til elektroniska hjartamassagu, tá fólk fáa hjartasteðg og í skundi skulu flytast á sjúkrahús. 

 

Tólið, sum verður partur av útgerðini í sjúkrabilinum, gevur hjartamassagu, soleiðis at tann, sum situr aftan fyri hjá sjúklinginum, kann taka sær av øðrum viðgerðum, sum sjúklingurin skal hava á ferðini.

 

Tað eru íslendsk feløg við Skaginn á odda, sum lata tólið, og føroyski parturin í hesum sambandi er felagið Njord, sum Arne Carlsen eigur saman við íslendingum.

 

Við móttøkuna í morgun fer Arne Carlsen vegna feløgini at handa tólið til sjúkraflutningstænastuna.

 

Arne Carlsen sigur, at tólið verður brúkt í sjúkrabilum hjá tænastuni í Eysturoy, tí tað er her, at longsti vegur er til sjúkrahús.

 

- Hetta er líka sum ein tøkk fyri teir sáttmálar, sum íslendsku feløgini saman við Njord hava havt í Føroyum í samband við bygging av uppsjóvarvirkjunum, sigur hann.

 

Myndirnar tók Hjalmar Jóhan Juul.