Eg brúki tey nakrar tímar, og so geva tey eitt lítið ljóð, ið signalerar, at nú hava tey brúk fyri nýggjari orku.
Tey ávara nakrar ferðir, og takið eg tey ikki í álvara, so slokna tey. Slutt - finido - orkan er uppi!
Spurningurin er, um vit menniskju ikki eisini burdu verið inrættaði sum hesi el-tól. Tað hevði verið hent at havt ein vísara, ið vísir, hvussu stendur til við orkuni. Tá tað fer at lýsa reytt er bara at leggja seg á sofuna eina løtu til grøna ljósið bleiktrar aftur.
Nú koyra vit ofta til reyða ljósið lýsir, ávaringin hevur ljóðað, og ljósið er sloknað. Speedarin er í botn, og oftani steðga vit ikki, fyrrenn krasjið er verðuleiki, og vit verða noydd av likamligum og sálarligum grundum at steðga.
Onnur el-tól, ið eg mangan havi ynskt vóru menniskjalig, er ein ON/OFF knappur á børninum. Hugsa tær at bara seta á OFF tá, tey skulu sova, og so á ON tá tey skulu upp morgunin eftir. Genialt - útsvøvnd børn, ið vakna glað, og tá man sjálvur vil tað.
At trýsta Ctrl+z (angraknøtturin á telduni) hevði sjálvandi heldur ikki verið av lagi at havt í veruliga lívinum. Mangan gleppur okkurt um varrarnar, ið hevði verið betri at havt fyri seg sjálvan. Ein ctrl+z knøttur hevði loyst tann trupulleikan!
Og so ikki at gloyma ctrl+f (finna-knøtturin) - sum eg mangan sakni hann, tá lyklar, húgvur, lummabók, suttir og fjarstýringar skulu finnast heima.
Ein tann stuttligasta samanblandingin av tí elektroniska heiminum og tí veruliga er søgan um mannin, ið fór í kirkju og setti seg á aftasta bonk. Hann hevði spælt í so nógv Tetris heima, og meðan hann lýður á gudstænastuna byrjar hann at fylla rekkjurnar við kirkjufólki - tvey úr hasari rekkjuni og fimm úr hinari - so havi eg eina fulla rekkju...