Gerrard vil, at Liverpool skal satsa uppá 4. plássið

Ímyndin av Liverpool, liðskiparin Steven Gerrard hevur lisið skriftina á vegginum. Liverpool eru 19 stig aftanfyri Arsenal, og eru á einum 5. plássi, 3 stig aftanfyri Everton. ?Vit hava eina stóra avbjóðing fyri framman, so vit kunnu enda ímillum fýra tey ovastu liðini. Vit mugu gloyma meistaraheitið, og fokusera uppá 4. plássið. Tað eru fleiri góð lið rundan um okkum, sum eri í góðum formi, og sum leika væl. Tað er sera týdningarmikið, at vit ikki fara niður í støði.? Gerrard var væl nøgdur við málleysa dystin ímóti Chelsea á Stamford Bridge sunnudagin. ?Dysturin var ein stórur bati hjá okkum. Vit stóðu okkum betri í verjuni, og eg haldi, at vit samanlagt vóru tað betra liðið. Hevði nakar uppiborið at vunnið, so vóru tað vit.?