Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, vil hava løgmann at greiða løgtinginum frá, hví Partafelagið Sandoyartunnilin ikki er lýst sum felag.
Gerhard Lognberg hevur tí sett fram ein skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Johannesen, løgmann, har hann vil hava løgmann at greiða løgtinginum frá hesum.
Løgtingsmaðurin úr Skopun vísir á, at løgtingið við lóg hevur samtykt at seta á stovn felagið.
- Eg havi eftirfylgjandi spurt Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, nær hon ætlar at føra tingsins vilja út í lívið, men tá hevur hon svarað, at hon má tosa aftur við landsstýrið fyrst, sigur Gerhard Lognberg, sum tí vil hava løgmann at greiða løgtinginum frá, um hann sum samgonguleiðari ikki eigur at syrgja fyri, at samtyktir í løgtinginum verða fylgdar.
Løgtingsmaðurin heldur, at tað eigur at verða ein sjálvfylgja, at tingsins vilji verður virdur.
- Men í hesum førinum, nú tað snýr seg um P/f Sandoyartunnulin, verður tað ikki gjørt, hóast peningur eisini er játtaður til partafelagið. Eg fari við hesum at minna løgmann á, at hetta er grov provikatión ímóti suðurøkinum í Føroyum, er heilsanin til løgmann frá Gerhardi Lognberg.