- Javnaðarflokkurin er farin heilt av sporinum.
Gerhard Lognberg, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil ikki vita av skattalættanum, sum hansara egni flokkur og hansara egna samgonga, ætla at seta í verk hesi bæði næstu árini.
Hann vísir á, at skattalættin hjá samgonguni gevur teimum høgu inntøkunum nógv størri lætta enn tær lágu inntøkurnar fáa.
- Tað er ikki ein politikkur, sum Javnaðarflokkurin kann hava í sínum skjøldri, sigur hann.
Ikki ein flokkur av snobbum
Og nú gevur hann sínum egnu partamonnum í Javnaðarflokkinum eina rættiliga skortfleingju fyri at hava góðtikið skattalættan. Samstundis ávarar hann tingmanningina hjá flokkinum staðiliga ímóti at venda fakfeløgunum bakið.
- Venda vit fakfeløgunum bakið, venda vit samstundis tí hugsjón bakið, sum flokkurin varð stovnaður upp á, sigur hann.
Hann heldur, at tað fer flokkurin at verða revsaður fyri á næsta vali.
- Venda vit fakfeløgunum bakið, frykti eg fyri, at tað fer at kosta okkum dýrt, tá ið val verður aftur.
Tí heitir hann á javnaðarflokkin um at finna aftur á sporið, heldur enn at verða ein flokkur av snobbum.
- Tað vóru verkafólkini og tey lágløntu, sum vórðu grundarlagið undir Javnaðarflokkinum og teimum eiga vit ikki at venda bakið. Vit eiga at rætta teimum okkara hond, ístaðin fyri at leggja kongin og onki gera. Leggja vit kongin, verða tað onnur og ikki Javnaðarflokkurin, sum fara at heysta fruktirnar av tí.
- Sum Javnaðarmaður má eg siga, at hetta er ein syndarlig gongd, leggur hann afturat
Tí heitir hann á javnaðarflokkin um at leggja á annan bógv, ongantíð ov skjótt.
Eitt bragd
Kortini fegnast hann stórliga um, at Samhaldsfasti verður trýfaldaður í hesum valskeiðnum, so at hann verður einar 2300 krónur um mánaðin í 2008.
- Tað var eitt bragd av Javnaðarflokkinum, tí hetta ger rættiliga stóran mun hjá pensjónistum.
Men hann heldur, at Samhaldsfasti er ikki nóg mikið og hann heitti tí staðiliga á Javnaðarflokkin at bera so í bandi at skattalættin verður vendir á høvdið, so at tey, sum forvinna minst, fáa mest í lætta og tey, sum forvinna mest, fáa minsta lættan.
- At Samhaldsfasti verður styrktur, er ikki nóg góð grund fyri at góðtaka ein skattalætta sum hendan.
Hann heldur, at tað nyttar ikki at siga, at tey, sum forvinna so lítið, betala so lítlan skatt og tí kunnu tey heldur ikki fáa so stóran skattalætta.
- Eg veit bara, at tey, ið forvinna 150.000 - 200.000 krónur um árið, arbeiða minst líka hart, sum tey, ið forvinna eina millión. Og tey hava at kalla tað sama í føstum útreiðslum hvønn mánað.
Ein hjálpandi hond
Hann var greiður yvir, at hetta verður fatað sum eitt álop á hansara floksfelagir í Javnaðarflokkinum og á samgonguna.
- Men tað er hetta ikki. Hetta er ein hjálpandi hond, tí sum javnaðarmaður kann eg ikki vera nøgdur tí tað er ikki rættvíst at lívga so væl um tey við teimum fúlu inntøkunum.
Nú hevur eisini verið frammi, at umboð fyri fakfeløgini ikki sleppa á fund við Javnaðarflokkinum?
Tað er ógvuliga harmiligt. Men tey skulu bara venda sær til mín, so skal eg skipa fyri fundi í eini handavending, sigur Gerhard Lognberg.
Men tú er við í eini samgongu, sum hevði avtalað hendan skattalættan frá fyrsta degi. Hví gert tú ikki vart við teg, fyrrenn nú??
- Tað er rætt, at samgongan avtalaði skattalættan. Men tá høvdu vit ongar talvur, sum vísti, hvussu hann fór at raka ávísar inntøkur. Men hetta er avgjørt ikki skattalættin, eg hevði ímynda mær, at javnaðarflokkurin fór at góðtaka. Eg hevði ímynda mær ein skattalætta til verkamannin og ikki til stjóralønirnar. Tað stendur heldur ikki í avtaluni um skattalættan, at hann skipast soleiðis, leggur hann afturat.
Gerhard Lognberg heldur tí, at Javnaðarflokkurin hevur ikki staðið nóg stinnur á varðhaldi, tá ið skattalættin varð lagdur til rættis.
Tí er tað ikki vist, at hann fer at atkvøða fyri skattalættanum, tá ið hann kemur til endaliga viðgerð í Løgtinginum, ein av næstu døgunum.
- Men vit eru 21 í samgonguni, so tað ger hvørki frá ella til, hvat eg atkvøði, tí tað skulu bara 17 atkvøður til fyri at samtykkja eitt mál. Kortini fari eg at gera, tað eg kann, fyri at fáa flokk mín aftur á rætt spor, leggur hann afturat.