- Eg var í býnum í dag, og fyriuttan tað avmarkaða økið, so hava allir handlar og matstovur opið sum vanligt. Men tað eru ikki líka nógv fólk í býnum, sum tað vanliga er ein leygardag.
Tað sigur Inna Törnroos, ið hevur búð í Stokkhólmi seinastu nógvu árini.
- Sviar eru merktir av hendingini í gjár, og nógv hava verið úti og lagt blómur á gøtuni, har yvirgangsmaðurin koyrdi í mannamúgvuna, sigur Inna Törnroos.
Løgreglan handtók í gjár mannin, ið teir eftirlýstu á tíðindafundinum eftir álopið. Enn hava myndugleikarnir tó ikki staðfest við fullari vissur, at talan er um gerningsmannin, men siga at tað eru sterk prógv fyri tí. Inna Törnroos vísir á, at tað er tí myndugleikarnir fyrr hava gjørt ov skjótt av.
- Tá svenski ráðharrin Anna Lindh varð myrd í 2003 tóku teir skeiva mann og peikaðu á hann sum gerningsmann. Tann feilin vilja teir ikki gera aftur, og tí eru myndugleikarnir eitt sindur varnir við at siga, at teir hava fingið fatur á yvirgangsmanninum, sigur Inna Törnroos.