TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum in.fo/Rás2 hevur gjørt við Kára Sørensen, kavara, sum er ein fyrireikarunum av tiltakinum: "Einum degi á grynnuni", har føroyska tilfeingið kemur til heiður og æru. Tiltakið verður niðri í Vágsbotni leygardagin, og byrjar klokkan 10.
Tiltakið var fyrstu ferð á skrá hesa tíðina í fjør, og var somikið væleydnað, at fyrireikararnir tóku avgerð um, at tiltakið skuldi endurtakast í ár.
Tað er ókeypis at koma til tiltakið "Einum degi á grynnuni", har sýndir verða fram allir fiskar og skeljadjór, sum liva í føroyskum sjógvi. Tendrað verður eisini fyri grillunum, so fólk skulu fáa høvið at smakka hvussu gott føroyska tilfeingið er. Kári Sørensen greiðir frá, at sponsorar úr øllum landinum hava gjørt tað møguligt at hava tiltakið.
Børnini læra nógv um fiskar og skeljadjór á einum slíkum degi, og tað er eisini ein av høvuðsorsøkunum at reikað verður fyri einum slíkum tiltaki.