Tvøroyrar Býráð eru nú í ferð við at gera ein nýggjan leigusáttmál um samferðsluhavnina á Drelnesi.
Tað er ein sáttmáli sum ásetur, hvussu nógv Strandferðslan skal betala fyri at brúka havnina.
Men tað er samsatundis ein sáttmáli, sum ikki gevur Strandferðsluni stórvegis rættindi og tí kann tað verða so skjótt, at Smyril verður trokaður burtur.
Tað er ein eisini ein orsøk til, at býráðið heldur, at tað hevur skund at gera nýggju samferðsluhavnina á Drelnesi.
Sáttmálin kann nevniliga verða sagdur upp við einum mánaða ávaring, um Býráðið ætlar at brúka havnina til onnur endamál.
Harumframt er tað greitt, at eftir sáttmálanum kann annað virksemi fara ígongd á Drelnesi, ímeðan hon eisini verður brúkt sum samferðsluhavn. Sostatt kann tað vera so skjótt, at Smyril verður trokaður burtur.