Gera nýggja lønarskipan fyri almennar stjórar

Komandi stjórar, og nevndarlimir, skulu lønast eftir eini nýggjari skipan

Nú skal ein nýggj lønarskipan gerast fyri almennar stjórar, og fyri stjórar í almennum partafeløgum. Samstundis skal ein nýggj lønarskipan eisini gerast fyri nevndarlimirnar í almennum partafeløgum.

 

Tað staðfestur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Heðin Mortensen, løgtingsmaður, fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana um nøkur ætlan er um at endurskoða lønarlagið hjá tí almenna, tí hann heldur, at tað er alt ov tilvildarligt, hvat almennir stjórar fáa í løn.

 

Kristina Háfoss er samd í, at tørvur er á at endurskoða lønarlagið og tað er hon farin í holt við, og í sama viðfangi verða samsýningarnar hjá nevndarlimum í almennum nevndum eisini endurskoðaðar.

 

Hon væntar at arbeiðið verður liðugt næsta summar, men talan verður ikki um at broyta lønina hjá núverandi stjórum. Kristina Háfoss sigur, at tað eru komandi stjórar á almennum stovnum, í almennum partafeløgum og komandi aðalstjórar í landsstýrinum, sum skulu lønast eftir nýggju skipanini.

 

Annars vísir hon á, at fyrr vórðu almennir stjórar settir sum tænastumenn, og sum oftast vórðu teir løntir í lønarflokkunum 37 - 39. Lønin í flokki 37 er 48.800 krónur í løn um mánaðin og lønin í lønarflokki 39 er 56.000 krónur um mánaðin.

 

Sum støðan er nú, er tað bara undantaksvís, at tænastumenn verða settir, men teir stjórar, sum eru, fáa framvegis løn sum tænatumenn, og umframt lønina fáa teir 15 prosent í eftirløn.

 

– Í almennum partafeløgum er tað nevndin, sum ásetur lønina, men í nøkrum førum skal landsstýrið góðkenna lønina. Úrslitið er, at tað er sera ymiskt, hvussu lønin er, alt eftir um talan er um stovnar ella um almenn partafeløg.

 

Landsstýrið hevur tí eisini gjørt ein eigarapolitikk og frameftir verður tað soleiðis, at samsýningarpolitikkurin skal leggjast fyri landsstýrið, og hann skal eisini góðkennast av aðalfundinum aftaná, at landsstýrismaðurin og nevndarformaðurin hava umrøtt hann.