Tvøroyrar kommuna hevur tikið fyrsta stigið til at stovna eina lokala vinnuskráseting Tað hevur av og á verið ført fram, at kommunan ikki dugir nóg væl at gagnnýta teir veitarar av vørum og tænastum, ið eru í oynni. Eisini hevur verið spurt, hvat skal til fyri at gerast veitari. Tí hevur Tvøroyrar kommuna nú tikið fyrsta stigið til at stovna eina lokala vinnuskráseting.
Ætlanin er, at øll virkir, handlar og aðrir veitarar í Tvøroyrar Kommunu, sum hava eitthvørt at bjóða, kunnu skráseta seg. Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu verður so eitt dagført yvirlit at síggja, sum bæði kommunala umsitingin, stovnar og aðrir kunnu leita í. Talan er um alt frá hárfríðkan til maskindeilir, sigur Tvøroyrar Kommuna á heimsíðu sínari.