Gera kirkjugarðin í Tjørnuvík størri

Nú verður kirkjugarðurin í Tjørnuvík gjørdur størri. Fyritøkan Urtagarðstænastan og fólk frá Sunda kommunu taka sær av arbeiðinum at laga garðin.

Víðkað verður við 50 gravum niðaneftir frá verandi kirkjugarði.

Sunda kommuna skrivar á heimasíðuni, at arbeiðið byrjaði fyri tveimum árum síðan, tá áskotið var grivið omanav, dren lagt og sandblandað mold løgd á. Síðan var farið undir at laga garðin. Játtanin fyri 2013 røkkur ikki til at gera arbeiðið liðugt í ár, men eftir ætlan verður so mikið sett av fyri komandi ár, at komið verður á mál tá, skrivar kommunan.

(Mynd: Sunda Kommuna)