Gera havbotnskanningar sunnan fyri Føroyar

Faroe Petroleum leggur nú av álvara til brots fyri at rudda slóð fyri boring á Wyville Thomsen rygginum. Wyville Thomsen ryggurin syðst á føroyska landgrunninum kann goyma stórar nøgdir av kolvetni og var tað eisini júst tí, at føroyska oljufelagið Faroe Petroleum nøkur ár herfyri søkti um tvey loyvi í hesum økinum og fekk tey. Nú er felagið so farið at gera sera framkomnar havbotnskanningar fyri at finna út av, hvussu tjúkt basaltið er í økinum og eisini hvar tynstu løgini finnast. Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum sigur við Portalin, at kanningarskipið ?Toise Vigilant?, sum hevur ligið á Havnini nú í eina góða viku, nú ger klárt til at fara út at savna inn dataupplýsingar frá havbotninum í teimum báðum loyvunum 012 og 017, eisini kend undir heitinum Rannvá. Hetta er eitt slag av havbotnsseismikki, sum Western Geco fyritøkan stendur fyri.

-Endamálið við hesum kanningum er bæði at savna inn týðandi data og at brúka hesi til tess at fáa onnur oljufeløg áhugað í at keypa seg inn í loyvini undan eini møguligari boring. Nils Sørensen leggur aftrat, at eisini streymviðurskiftini í hesum fyri oljuleiting ókenda økinum eru rættiliga serstøk. Streymurin er sera harður. Tað skulu teir eisini kanna.

Kanningarnar, sum nú verða gjørdar, fevna eisini um eitt loyvi á bretskum øki, beint hinumegin markið, ið Faroe Petroleum fekk tillutað fyrr í ár. Tískil verða botnkanningarnar gjørdar báðumegin markið. Dýpið har kanningarnar verða gjørdar er 500 metrar. Wyville Thomsen ryggurin verður mettur at kunna goyma stórar nøgdir av kolvetni skilst.

Jarðfeingi hevur higartil í ár latið tveimum feløgum forkanningarloyvi:

CGG Veritas Services (UK) og TGS-Nopec Geophysical Company ASA (NO). Hetta eru sokallað ?Spec? kanningar, tvs. har seismikkfeløgini antin gera kanningarnar fyri egna rokning og síðani selja víðari úrslitini ella har tey eru leigað av oljufeløgum til at gera hesar kanningar. Umframt hesar kanningar eru eisini seismiskar kanningar í gongd á loyvum hjá Statoil á landgrunninum.