Gera hálkubreyt og breyt til kappkoyring í Føroyum

FERÐSLUTRYGD Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur fingið undirtøku í samgonguni fyri at fyrireika eina koyritekniska breyt í Føroyum

Nú skal ein hálkubreyt og ein breyt til at koyra kapp á, gerast í Føroyum.
Tað ætlar Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Hann hevur fingið undirtøku frá landsstýrinum til at arbeiða víðari við málinum og at gera uppskot um eina slíka koyritekniska breyt.
Tað hevur verið tosað um eina hálkubreyt í Føroyum í eitt mannaminni, men hóast tað oftani er víst á, hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevur fyri ferðslutrygdina, er framvegis onki komið burturúr.
- Nú havi eg so tikið málið fram aftur og eg ætli mær at taka málið fram aftur og at leggja stóra orku í at finna eina loysn, so at eitt koyriteknist verklag kann gerast veruleiki, sigur hann við Sosialin.

Snávingarsteinur burtur
Ein stórur snávingarsteinur, sum í ólukkumát hevur forðað fyri at ein slík breyt er komin yvirhøvur, hevur verið, at tað er so ómetaliga dýrt at útvega lendi til endamálið.
- Eitt verklag av hesum slagi krevur einar 80.000 - 100.000 fermetrar av lendi og tað hevði kanska kostað upp ímóti 10 milliónir krónur at útvega, alt eftir, hvar koyribreytin verður løgd.
Men nú ætlar landsstýrismaðurin í vinnumálum at broyta lógina, og tað ber í sær, at hereftir skal tað bera til at langtíðarleiga lendi burtur av einum festi til ymisk almannagagnlig endamál Tað fer at gera tað nógv bíligari gera eitt koyritekniskt verklag.
- Eitt slíkt verklag hevur mett at kosta einar 30 milliónir, men verður uppskotið um at broyta lógina, samtykt, verður upp ímóti ein heilur triðingur skarvaður av kostnaðinum, alt eftir, hvar verklagið verður gjørt.
- Kári P. Højgaard sigur, at hetta setir alla verkætlanina í eitt heilt annað og betri ljós og ger tað beinanvegin munandi lættari at seta í verk.
Hinvegin sær hann eisini fyri sær, at tryggingarfeløg, oljufeløg og kommunur eru við til at fíggja eitt slíkt verklag, tí tað hevur eisini allar størsta áhuga hjá teimum eisini.
- Tey, sum koyra tangabil og aðrar bilar, eru við jøvnum millumbili uttanlands á koyriskeiði.
Og kann ein slík koyribreyt elva til, at talið á ferðsluóhappum og –vanlukkum, fækkað, átti tað avgjørt eisini at havt áhuga hjá Tryggingini.
- Og hjá teirri kommunu, eitt slíkt verklag, verður gjørt, kann tað eisini kasta nakað av sær í avleiddum virksemi, so tað er heldur ikki óhugsandi at kommunan er við í fíggingini, sigur Kári P. Højgaard.

Skjótari nytta
Hann sigur, at fæst fígging ikki til at byggja í einum, ber eisini til at byggja í smáum, men mest sannlíkt verður íløgan bíligari um alt verður bygt í einum, og so fæst eisini skjótari nytta burtur úr henni.
Verður bygt í smáum, verður fyrst ein lítil breyt -ein grulvigarður- gjørdur, har bilførarar kunnu læra teir mest grundleggjandi førleikarnar.
Síðani kann byggjast út so hvørt, til vit hava ein fullfíggjaða koyritekniska breyt.
Men skulu lastbilar, bussar og stór viðfestiakfør, eisini kunna nýta venjingarbreytina, má hon í minsta lagi 400 x 150 metrar, ella 60.000 fermetrar.
- Tað besta hevði kortini verið at gjørt ein rættiligan ferðslutrygdardepil, við koyritekniskari breyt, hálkubreyt, grulvigarði og trygdarhøll har avgerandi dentur verður lagdur á eina hugburðsskapandi og hugburðsbroytandi ferðslufrálæru, sigur Kári P. Højgaard.
Hann sigur, at hann hevði ætlað at leggja málið fram nú í vár, men nú ætlar hann í øllum førum at bíða eftir, at lógin hjá Jacob Vestergaard um at langleiga jørð, kemur í gildi, tí tað bøtir munandi um fíggjarligu fortreytirnar fyri einum slíkum verklagi.
Samstundus skal hann sjálvandi hava greiði á, hvussu eitt slíkt verklag kann fíggjast.

Kappkoyring
Kári P. Højgaard sigur, at tá ið koyribreytin fyrst er gjørd, er tað ætlanin, at sjálvur raksturin, sum mest, skal hvíla í sær sjálvum við brúkaragjøldum frá teimum, sum taka koyrikort og annars frá teimum, sum leiga breytina.
Áður hevur verið nevnt, at eitt hóskandi krav er, at tey, sum taka koyrikort til persónbil ella motorsúkklu, skulu hava skeið í einar 4-5 tímar á eini innigirdari breyt, har tey læra mest grundleggjandi førleikarnar, umframt eitt skeið á 4-5 tímar á eini koyritekniskari breyt við hálkubreyt.
Og somuleiðis er ein prísur á einar 350-400 krónur um tíman krónur um tíman, nevndur.
Tað gevur so eina eyka útreiðslu upp á 2400 - 4000 krónur fyri hvørt koyrikort.
Men Kári P. Højgaard heldur avgjørt, at tað ber eisini til at útvega eini slíkari breyt fitt av øðrum inntøkum.
Eitt, landsstýrismaðurin sær fyri sær, er, at hon kann leigast út til ymisk endamál.
- Ein møguleiki, er, at ung og onnur, sum dáma væl at koyra við skjótt, kunnu sleppa at leiga tímar á breytini uttan fyri vanliga arbeiðstíð og um vikuskiftini, har tey kunnu fáa høvi at royna seg undir tryggum umstøðum.
Aðrir møguleikar er at bjóða førarum á tangabilum, lastbilum, sjúkrabilum, brandbilum, bussum, hýruvognum, og kanska øðrum við, breytina til skeið og førleikamenning.
Somuleiðis er tað sjálvsagt at ein slík breyt eisini bjóðar skeið í at koyra motorsúkklu.
Kári P. Højgaard hugsar eisini um, at almenn og hálvalmenn starvsfólk yvirhøvur, sum brúka almenna bilar nógv, skulu á breytina at taka skeið.
Í hesum sambandi verður hugsað um starvsfólk hjá Nærverkinum, SEV og øðrum stovnum, har starvsfólkið koyrir nógv í sambandi við arbeiðið.
- Afturat hesum kann breytin verða karmur um serligar ferðsludagar, har almenningurin sleppur at royna seg í ymsum ferðslustøðum og fær høvi at royna seg á breytini.
Tað skuldi heldur onki verið í vegin fyri at leiga breytina út til polterabend, liðmenning –teambuilding- sum er so nógv frammi nú á døgum, og onnur tiltøk, sigur Landsstýrismaðurin.
- Tað er somuleiðis rættiliga sjálvsagt at halda skeið fyri skúlanæmingar og tað er eisini ein møguleiki at skipa ein koyritekniskan klubb fyri ung ímillum 18 og 24 ár, har tey kunnu royna seg undir tryggum umstøðum og har tað samstundis ber til at ávirka hugburðin til ferðslutrygd rætta vegin.
Landsstýrismaðurin hugsar enntá um at bjóða breytina fram til hini londini í útnorðri, Íslandi og Grønlandi, har tey eisini eru illa stødd í so máta.
- Á hesum grundarlagi hevði kanska verið møguligt at fingið raksturin av einari koyritekniskari breyt at hvílt í sær sjálvum, heldur hann.
Hann nevnir, at í løtuni eru tað fleiri bilførarar, sum fara uttanlands á slík skeið, samstundis sum aðrir bilførarar ikki eru á skeið, hóast tað hevði verið hent, at teir fóru.
Annars hevur ein arbeiðsbólkur, sum arbeiddi við málinum fyri trimum árum síðani, eisini nevnt møguleikan at játta pengar til raksturin á fíggjarlógini, ella at lata privatum hana at reka.

193 milliónir

- Ferðsluvanlukkur kosta føroyska samfelagnum slakar 200 milliónir um árið.
Kári O. Højgaard sigur, at hetta er ein leyðslig meting, sum er gjørd í sambandi við null hugsjónina í ferðsluni.
Tað, sum er talt við í hesari upphæddini, eru deyð og meiðslað í fersðluni, umframt materiellur skaði.
Nullhugsjónin er, at ferðslan skal leggjast soleiðis til rættis, at ongin skal doyggja, ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni.
Sjálvur ivast hann ikki í, at ein koyriteknisk breyt fer at føra til, at ferðsluóhappini fara at verða færri í tali.
Hann vísir somuleiðis á, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur mett, at tey bilaskaðar kosta teimum einar 50 – 70 milliónir krónur um árið.
- Tað er torført at seta neyv tøl á, hvussu nógv, ein koyriteknisk breyt fer at spara samfelagnum í ferðsluvanlukkum við deyða, mannaskaða og materiellum skaða.
- Men hesi tølini vísa kortini, hvussu avgerðandi týdning, tað hevur at seta tiltøk í verk, sum bøta um ferðslutrygdina, sigur Kári P. Højgaard.
- Vit sleppa undan bara eini vanlukku, har onkur doyr ella fær álvarsligan løst, er longu nógv vunnið inn aftur, sigur hann, umframt sjálvandi teir menniskjansligu sorgarleikir, vit verða spard fyri.
- Vit eiga at gera alt, sum kann fáa okkum eitt stig nærri null hugsjónini, sigur hann.
- Samstundis vísa royndir aðrastaðni, at eitt koyriteknisk breyt er ein týdningarmikið stig í royndunum at førleikamenna førarar á bili og motorsúkklu.
Tí heldur hann, at tað skal vera lógarkrav, at tey, sum taka koyrikort til bil og motorsúkklu, skulu á skeið á koyriteknisku breytini.

Trý støð

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at enn er ikki avgjørt, hvar í landinum, ein koyriteknisk breyt skal gerast.
Hinvegin skal øki verða rættiliga stórt, einar 100.000 fermetrar, tí hóast byrjað verður í smáum, er neyðugt, at økið er so mikið stórt, at tað ber til at byggja út.
Samstundis skal tað vera nøkunlunda miðskeiðis í landinum og harafturat skal tað ikki liggja ov høgt, tí so er størri vandi fyri frosti og mjørka.
Tað skal heldur ikki vera ov nær bygdum øki, tí tað er nógvur larmur frá einum verklagi, sum hesum.
Í hesum sambandi verður mest hugsað um trý støð í landinum sum eru best hóskandi og tað er eitt øki í Saksunardali, eitt øki í Neshaga og eitt øki á Kirkjubønesi.
- Bæði Sunda kommuna og Nes kommuna eru sera hugaðar at fyri at hýsa eini koyritekniskari breyt, sigur hann.
LES EISINI GREININA Ráðið fyri ferðslutrygd ivast í nyttuni av eini hálkubreyt
LES EISINI GREININA: Gera hálkubreyt og breyt til kappkoyring í Føroyum