Tórshavnar Býráð hevur samtykt at gerast skal byggiskrá fyri nýggjan musikkskúla í Havn. Samstundis er samtykt at seta bygginevnd at taka sær av hesum.
Býráðið valdi á fundi hóskvøldið Jógvan Arge og Annfinn Brekkstein í bygginevndina, sum eisini verður mannað við umboðum fyri umsitingina hjá býráðnum.
Tórshavnar Musikkskúla tørvar betri hølisumstøður. Miðstøðin á Frúutrøð er ein gamal barnaskúli, sum hjálpt er uppá, men ikki gevur nøktandi umstøður.
Fyri jól varð avsett ein hálv millión krónur til fyrireikingar til nýggjan musikkskúla. Hesin peningur er tøkur til tað arbeiðið, sum nú skal í gongd.
Býráðið sigur, at avtala skal gerast við ráðgeva um dagførda byggiskrá og skitsuuppskot, sum lýsir ymsar loysnir bæði viðvíkjandi staðseting, skapi og byggilistarligum hugskoti.
Fyrireikingararbeiðið verður grundarlag fyri viðgerð og avgerð um endaliga staðseting og víðari tilgongd.
Býráðið sigur víðari, at áhugin fyri at fáa frálæru í Musikkskúlanum er ovurstórur, og ikki er gjørligt at taka allar næmingar, sum ynskja yndirvísing.










