Ger special effects til Hollywood filmar

- Eg havi havt langar arbeiðsdagar, har eg ikki havi sovið í fleiri døgn. Men tað bilar einki, tá tú gert tað, sum er tín dreymur. Tað sigur 23 ára gamli Jóhannus E. Johansen, sum arbeiðir í Kanada, har hann ger special effects til Hollywood filmar. Hansara verk sæst eitt nú í biografaktuella Iron Man 3

Tá tú sært filmar so sum Spiderman, Narnia og Iron Man er ikki ósannlíkt, at tú sært ein part av tí arbeiðinum, sum argjamaðurin Jóhannus E. Johansen hevur gjørt.
Jóhannus E. Johansen býr í Vancouver í Kanada, har hann starvast sum junior compositor í einum filmsstudio, ið kallast Gener8. Hansara uppgáva er at fáast við special effects, tað vil siga, hann skapar tað, sum ikki sæst í veruleikanum.
Hóast hann í dag er við til at gera effektir til stórfilmar, sum verða vístir um allan heim, hevur tað ikki verið heilt lætt. Tí tað krevur hart arbeiði, nógvar tímar framman fyri telduskíggjanum og fleiri svøvnleysar nætur, um tú vilt arbeiða saman við teimum bestu.
- Ferðin til her, sum eg eri í dag, hevur verið ógvuliga strævin. Men samstundis hevur hon verið lærurík, sigur Jóhannus E. Johansen, sum í dag arbeiðir saman við nøkrum av teimum dugnaligastu fólkunum, sum gera special effects til filmar í Hollywood.

Við í Iron Man 3
Felagið, sum Jóhannus E. Johansen arbeiðir hjá, er eitt av teimum heilt stóru innan økið.
- Vit fáast við 2D til 3D konverteringar til stórfilmar so sum Harry Potter, Ghost Riders, Prometheus, Spiderman og Narnia fyri bara at nevna nakrar fáar, sigur Jóhannus E. Johansen, sum í løtuni eisini arbeiðir við øðrum filmum, sum væntandi verða stór biografhitt.
- Vit hava tagnarskyldu, og tí havi eg ikki loyvi at tosa um alt tað, sum vit gera, men jú, har hendir nógv spennandi, fortelur Jóhannus E. Johansen.
Herfyri fekk hann eina av teimum heilt spennandi uppgávunum, tá hann bleiv biðin um at gera special effects til tann nýggja Iron Man filmin, sum er tann triði í røðini.
- Eg var so mikið heppin, at eg slapp at gera effektir til Iron Man 3. Uppgávan var meira ítøkiliga at endurskapa manglandi smálutir í filminum og seta ymsar teldueffektir í , greiðir Jóhannus E. Johansen frá.
Verkætlanin við Iron Man 3 var ein stór uppgáva fyri unga argjamannin og kravdi eisini langar dagar og fleiri nætur við á arbeiðsplássinum.
- Eg arbeiddi í fleiri vikur yvirtíð, tí alt skuldi jú verða liðugt til tíðina, men tað var so mikið spennandi at arbeiða við hesum filminum, at eg hugsaði ikki stórvegis um longu arbeiðsdagarnar, greiðir Jóhannus E. Johansen frá.
Vónbrotin úr biografinum
Tað var tí ein ikki sørt errin og spentur Jóhannus E. Johansen, sum fór í biograf, tá filmurin Iron Man 3 bleiv vístur í Vancouver.
- Eg og ein starvsfelagi fóru í biograf og vóru so øgiliga spentir upp á at síggja mítt navn á rullutekstunum, tá filmurin var liðugur, men ikki ein gongd filmsstudio, eg arbeiði hjá, Gener8, bleiv nevnt, sigur Jóhannus E. Johansen, sum fór eitt vet vónbrotin úr biografinum eftir at hava sæð endaliga úrslitið av Iron Man 3, sum hann hevði arbeitt við í vikuvís.
Hóast hann vónaði, at hansara navn fór at standa á rullutekstunum, visti hann eisini, at møguleikin ikki var so stórur kortini.
- Tað vísir seg, at her í Kanada og eisini aðrastaðni verur lítil dentur lagdur á fólkini aftan fyri special effects og konvertering, men soleiðis er tað bara, sigur Jóhannus E. Johansen og vísir á eitt dømi við nýggja, kenda filminum, Life of Pi:
- Fyri stuttum var felagið Rythm & Hues, ið gjørdi vakra tigaran í Life of Pi, líka við at fara á heysin, sjálvt um filmurin var ein stór success og forvann fleiri milliónir. Skapararnir av eyðkenda tigaranum fingu ikki so mikið sum eina tøkk frá leikstjóranum, Ang Lee.

Fór á besta skúlan
Áhugin fyri filmi og special effects hevur altíð verið til staðar hjá Jóhannus E. Johansen.
- Longu tá eg var barn, hevði eg stóran áhuga fyri øllum, sum hevur við filmar at gera, og tí valdi eg eisini at fara á Vancouver Film School, eftir at eg í 2010 var útbúgvin snikkari í Føroyum, fortelur Johannus E. Johansen. Hann byrjaði á skúlanum í Vancouver í 2011 og hevur nú fingið prógv í 3D Animation & Visual Effects.
Tað var ein serlig orsøk til, at Jóhannus E. Johansen valdi at fara alla ta longu leið til Kanada at útbúgva seg innan film og special effects.
- Nógv hava spurt meg, hví eg ikki bara fór til Danmarkar. Svarið er einfalt; skúlin í Vancouver er kosin at vera tann besti í heiminum innan visuellar effktir. Harafturat kundi eg sleppa inn uttan at hava studentsprógv ella vera ein av teimum fáu útvaldu, ið søkja um at sleppa inn á skúlan, sigur Jóhannus E. Johansen.
Filmsskúlin er í eitt ár, men svarar til eitt skúlaskeið á fýra ár. Á skúlanum undirvísa nøkur av teimum bestu innan fakið.
- Undirvísararnir eru ótrúliga dugnalig fólk. Tey hava verið við í stórum filmsverkætlanum sum til dømis Night at the Museum, Superman og Barbie-røðirnar, fortelur Jóhannus E. Johansen, sum rættiliga skjótt lærdi at brúka forrit sum NukeX, Maya, Pftrack og Zbrush, sum øll verða nógv brúkt innan filmsídnaðin í dag.

Sleppir ikki Føroyum
Í løtuni stórtrívist argjamaðurin í kanadiska stórrbýarlívinum, har hann hevur tað arbeiðið, hann altíð hevur droymt um. Hann heldur, at fleiri fyrimunir eru við at búgva í einum stórbýi, tá tú fæst við hetta arbeiðið.
- Umframt góða skúlan, so valdi eg eisini at fara til Kanada, tí í Kanada eru stór, spennandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávur fyri fólk, sum arbeiða við filmi. Harafturat haldi eg eisini, at við at vera í Kanada eru møguleikarnir fyri at koma í samband við røttu fólkini innan filmsídnaðin og harvið fáa eitt stórt netverk nógv størri enn um eg var í eitt nú Danmark, sigur Jóhannus E. Johansen.
Hann kundi tó eisini hugsað sær møguliga at farið til ein annan stórbý.
- Tað er ikki óhugsandi, at eg flyti til London, og líkasum havi basu har og kann arbeiða hjá onkrum stórum filmsstudio, sigur Jóhannus E. Johansen og vísir á, at hann als ikki hevur gloymt Føroyar í øllum rokanum við special effects og stórum Hollywod filmum.
- Tað hevði verið frálíkt, um eg ímillum verkætlanirnar kundi komið heim til Føroya í eina tíð og so arbeitt við føroyskum filmsverkætlanum. Tað hevði eisini verið spennandi.