Georgiskir embætismenn hava sagt, at seks fólk vórðu særd, tá uppreistrarmenn í Suður-Osseta skutu inn um markið gjáranáttina. Sagt verður, at georgiski stjórnarherurin valdi at svara skotunum, og at fleiri skotríð vóru at hoyra langt út á náttyina.
Síðani seinast í nítiárunum hevur ein loysingarstjórn sitið við valdið í Suður-Ossetia, men enn hevur stjórnin ikki fingið altjóða viðurkenning.
Russland hevur eggjað georgisku myndugleikunum og uppreistrarmonnunum í Suður-ossetia til at binda frið. Fyribilos hevur russiska áheitanin ikki havt stórvegis týdning, og ein áheitan úr Moskva á partarnar um at hittast á semingsfundií gjár vann heldur ikki frama.