Genturnar hjá SÍ er FM vinnarar í aldursbólkinum U16. Tær vunnu greiðan 3-0 sigur á Fleyr í finaluni, sum hevur verið í Trongisvági í dag.
Les eisini: (U15 dreingir) SÍ er FM vinnari
SÍ vann tey bæði fyrstu settini 25-16 og triðja settið 25-12. Besti spælari hjá SÍ var Eva Gunn Niclasen, meðan Hanna Biskopstø bleiv vald til dagsins spælara hjá Fleyr. Hetta er annað FM-gullið hjá sørvingum í dag. Fyrr í dag vunnu dreingir U15 eisini FM gull við 3-0 sigri á Fleyr.
Gentur U16 – FM finala:
SÍ-Fleyr 3-0
(25-16, 25-16, 25-12)
Mynd: (Flogbóltssambandið) Aftast frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Inga Helena Henriksen, Malan Maria í Haraldstovu Weihe, Rannvá Kambsskar, Turið Búadóttir, Hallgerð Tonydóttir Haraldsen.
Fremst frá vinstu: Janna Falkvard, Sólfríð Poulsen, Marita Eyðunsdóttir Thorsvig, Eva Gunn Niclasen, Josefina Eliasdóttir.