Ikki færri enn 3000 fimleikarar hava boðað frá luttøku á stevnuni. Flestu teirra úr Danmark og Spania, men eisini koma gestalið úr øllum heiminum til Alicante at vísa síni kynstur og vera saman við øðrum fimleikarum.
Á stevnuni skulu genturnar framføra tvær ferðir á strondini og á tí serliga altjóða kvøldinum, sum er størsta einstaka tiltakið á stevnuni, har bert nøkur fá lið sleppa at framføra. Her kann leggjast afturat, at genturnar skulu inn á gólvið beint eftir framførsluna hjá verðinsliðnum hjá DGI, sum er eitt lið við 15 gentum og 15 dreingjum, ið hvørjum árið verða úttikin til eina framsýningarferð runt tað mesta av verðini í eitt heilt ár.
Eisini eru genturnar bodnar at taka lut á einum sponskum kvøldi, sum býráðið í Alicante skipar fyri. Restin av fimleikastevnuni fer at verða brúkt til venjing saman við øðrum venjarum og fimleikarum, at hyggja at fimleiki og fáa íblástur til komandi fimleikaárið.
Nýta nógva tíð til fimleik
Genturnar, sum manna liðið, hava á hvørjum árið síðan 1998 umboðað Støkk í stórkappingum hjá Fimleikasambandi Føroya. Hesi árini hava genturnar brúkt størsta partin av síni frítíð til fimleik, tí teir fimleikarar, sum umboða sítt felag í stórkapping, eru eisini við á øðrum liðum hjá fimleikafelagnum. Genturnar hava hvørja ferð fingið góð úrslit í stórkappingunum, og eru tí ein góð fyrimynd hjá yngru fimleikarunum hjá Støkk.
Seinnu árini hava genturnar, foreldur teirra og venjarin tosað um møguleikan at farið uttanlands at vísa øðrum føroyskan fimleik og samstundis at fáa eina rættiliga fimleikauppliving. Tá tað hoyrdist, at DGI fór at skipa fyri eini altjóða fimleikastevnu í Alicante í summar, var farið undir at kannað møguleikan fyri føroyskari luttøku. Tá tað fyrst í hesum árinum vísti seg, at kostnaðurin fyri innvist, uppihald og ferðing ikki fór at verða alt ov høgur, varð avgerð tikin um at teknað liðið til stevnuna. Seinastu fýra mánaðirnar hava genturnar og foreldrini við ymiskum tiltøkum og arbeiði savnað pening til ferðina. Harafturat hevur liðið fingið stuðul frá Støkk og Fimleikasambandi Føroya.
Ferðalagið, sum fer til Spania fríggjadagin telur 29 fólk, harav eru 14 fimleikarar. Restin eru venjari, avvarandi og onnur úr Støkk.