GEM-verkætlanin gongur sum ætlað

Tað gongur eftir ætlan við GEM-verkætlanini, sum snýr seg um at gera kanningar av umhvørvinum við Føroyar, áðrenn oljuboring fer í gongd og aftaná

Nú um dagarnar varð fundur í GEM, sum stendur fyri ?Geotechinal - Environmental og Metocean?. Umboð fyri tey nærum 25 oljufeløgini, sum hava áhuga fyri at vera við í eini komandi oljuleiting við Føroyar, vóru komin til Havnar at halda fund. Tað eru tvey ár síðani, at samrøður millum føroysku oljufyrisitingina og oljufeløgini - eftir ynski frá føroyskari síðu, førdu til, at stovnaður varð ein felagsskapur ella arbeiðsbólkur, sum skuldi hava til endamál at samskipa og gera kanningar av umhvørvinum við Føroyar, nú áðrenn byrjað verður at borað.

Talan er eina rættiliga einastandandi verkætlan, ta einastu av sínum slag í heila tikið, sum verður framd, áðrenn øki eru boðin út til leiting. Tað hevur so verið mett rætt og rímuligt, ikki minst tí, at umhvørvið við Føroyar eru so serstakt og viðkvæmt, at gera ymsar kanningar av bæði umhvørvinum sum so, streymi, aldu og viðurskiftum á sjónum annars og síðani av viðurskiftunum á havbotninum eisini.

Arbeitt verður í trimum bólkum, sum eisini er greitt frá í tilfarinum á síðu 7, ið Atlanticon hevur gjørt. Á tíðindafundi í farnu viku greiddu formenninir fyri teir tríggjar bólkarnar frá arbeiðinum higartil.

Alex Buvik, sum er settur av Oljufyrisitingini at arbeiða við umhvørvismálum sigur seg vera sera væl nøgdan við arbeiðið hjá GEM higartil og hevur hann góðar vónir um, at nakað skilagott fer at spurjast burtur úr.

Tilfarið er sera týdningarmikið fyri Føroyar. Bæði fyri at vera uppá forkant við sjálvan leitingina men eisini um als einki verður funnið. Tí tilfarið, sum verður savnað inn og kannað, vil geva føroyingum eina unika støðu í mun til so mong onnur lond, hvat kunnleika um eins egna umhvørvi viðvíkur. Her er so sum talan um eitt framhald og víðkan av tí stóra arbeiðinum, sum gjørt hevur verið hjá Biofar.

-Tað er greitt, at vit eru fegnir um, at Føroyar sum fyrsta land nakrantíð hevur kunna fingið eitt slíkt samstarv og kanningararbeiði upp at standa, langt áðrenn ein útbjóðing fer fram. Talan er at gera kanningar fram til 1. oljuboringina og síðani at halda fram við hesum kanningunum eftir, at byrjað er at bora.

Tað er eisini vert at hava í huganum tær kanningar, sum eru gjørdar og framvegis verða gjørdar vestan fyri Hetland. Har hava oljufeløgini eisini tikið seg saman í ein felagsskap, sum arbeiðir við umhvørvinum. Tað nógva tilfarið frá hesum økinum, sum jú liggur so tætt upp at tí føroyska økinum, er ómetaliga hent sum sammetingargrundarlag fyri føroyska umráðið.