Um vikuskiftið var løgreglan í Havn eftir einum manni, sum gekk svakur í miðbýnum í Havn, sum vitni málbóru seg. Nakrar kvinnur, sum vóru tilstaðar, lupu til rýmingar undan honum inn í ein hýruvogn og ringdu eftir løgregluni. Løgreglan kom á staðið og handtók mannin.
Men tá ið løgreglan handtók mannin, var hann longu lopin á ein annan mann og hevði sligið hann tríggjar ferðir. Løgreglan sigur, at álopið var púra ógrundað og tað verður mett at vera skerpandi umstøður.
Talan var um ein útlendskan sjómann við einum skipi sum lá við bryggju í Eysturoy, men sum var komin til Havnar at ballast. Maðurin, sum var álopin, varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann fekk nakrar pentur í andlitið.
Útlendski sjómaðurin varð lagdur í hondjørn og settur í brummuna í Klaksvík. Seinnapartin í gjár varð hann førdur fyri rættin, har hann játtaði seg sekan og av tí sama er eingin ivi um, at hann verður dømdur. Dómurin fellur mikudagin, men til tá verður maðurin sitandi í varðhaldi. Tá ið dómurin er fallin, fer løgreglan at krevja, at hann verður vístur av landinum og tað plaga rætturin at taka til eftirtektar, sigur løgreglan.
|