Mitt í nátt fekk løgreglan boð um, at eldur var í niðri á Skipasmiðjuni, Mest í Havn.
Tað var onkur uppi við Landsbókasavnið sum varnaðist eldin og boðaði frá.
Sløkkiliðið varð boðsent og tað vísti seg, at tað var í einu ruskbingju at eldurin var kyknaður. Og hóast talan var um lutfalsliga stóran eld eydnaðist tað væl at sløkkja, áðrenn nakar skaði hendi, sigur løgreglan.
Men lagt verður afturat, at tað kundi verið størri skaði, tí bingjan stóð upp at bygninginum, og beint við stóð eisini ein plattur við spillolju.
Í dag fara tey at kanna um tað ber til at finna útav, hví eldur kom í.
Annars hevur verið stak friðarligt í nátt. Ein maður var á løgreglustøðini og meldaði, at hann hann var sligin, men tað málið er ikki kannað enn, so enn er óvist um tað verður reist sum eitt harðskapsmál.