Gekk runt í Havn og bað um pengar frá fólki

Í gjár varð ein maður meldaður fyri at biðja um pengar frá fólki

Seinnapartin í gjár ringdu fólk til løgregluna at boða frá, at ein maður gekk runt í havnargøtum og bað um pengar frá fólki.

Í hesum sambandi bað hann fólk lata pengar til eitthvørt átrúnaðarligt og vælgerandi endamál. Men løgreglan sigur, at hann hevði ikki útvegað sær tey neyðugu loyvini frá myndugleikunum til slíkt virksemi, og tískil varð hann steðgaður.

Hann kom til Føroya í fyrrakvøldið og fór undir innsavningina í gjáramorgunin, og hann hevði fingið okkurt smávegis av pengum, tá ið hann varð tikin.

Løgreglan hevur skuldsett hann fyri at savna pengar inn ólógliga og nú verða umstøðurnar kannaðar gjølligari. Eitt nú skal løgreglan kannað, um hann í roynd og veru savnaði inn til eitt vælgerandi endamál, ella um hann royndi at lumpa fólk.