Bólkar, ið luttaka á GBOB, kunnu á sera snildan hátt fáa luttøkugjaldið aftur. - Eru tit raskir, kunnu tit enntá forvinna eitt sindur av peningi! Á MySpace-síðuni hjá GBOB stendur skrivað, at bólkar, sum luttaka í GBOB kunnu fáa luttøkugjaldið hjá sær aftur!
Tá ein bólkur meldar seg til GBOB, fær hann eitt backstage logg-inn til heimasíðuna hjá GBOB. Her kunnu allir skrásettir bólkar (umframt at leggja tónleik og tilfar út við sínum bólki, lurta eftir øðrum bólkum, halda eyga við tíðindum og broytingum og annars profilera bólkin hjá sær) printa út flogseðlar, sum hvør hava eitt virði á 10 kr.
Mann skrivar síðani navnið á bólkinum á og deilir tað út millum vinfólk, sum so kunnu lata flogseðilin inn við dyrnar til GBOB. Fyri hvønn flogseðil, sum verður latin inn, fær bólkurin 10 kr!
Tað ræður tí um at geva so nógvar flogseðlar út sum gjørligt og syrgja fyri, at hesi koma á GBOB at stuðla tykkum! Hetta kann, um man er nóg raskur at deila út, úrslita í, at bólkurin vinnur sær luttøkugjaldið aftur - og í besta føri kann tað enda við, at man eisini fær pening burturúr at framføra!
Ein flogseðil er galdandi fyri ein persón.
Les meira á www.gbob.com/fro









