GBOB ‘07

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið var GBOB-kappingin í Fuglafirði og bæði kvøldini vóru sera nógv fólk komin til tvey frálík kvøld.

Sonja Dalsgaard Nolsøe og Annika Hedegaard Isfeldt --- 

- Eg haldi, at alt hevur gingið sera væl. Vit hava alla tíðina verið klár til tíðina og bólkarnir hava verið sera góðir, sigur Sunneva Hattarstein, sum hevur verið ein av fyriskiparunum til tiltakið. Sunneva var eisini við til at skipa fyri kappingini í fjør saman við Jón Tyril. - Sjálv havi eg bert arbeitt við tiltakinum í tvær vikur, men Jón hevur sitið við tí í fleiri mánaðar – tí hann hevur so nógvar kontaktir. 16 bólkar vóru tilmeldaðir til undanumfarið fríggjakvøldið og 8 av hesum bólkunum fóru víðari til finaluna kvøldið eftir. Hóast standardurin kanska ikki var eins høgur og undanfarnu árini, vóru eisini fleiri áhugaverdir bólkar hetta kvøld. Eitt heavy metal undanumfar Undanumfarið fríggjakvøldið var sera nógv merkt av fleiri ókendum bólkum og nógvum heavy metal-tónleiki. Millum øðrvísi bólkarnar, sum ikki fóru víðari hetta kvøld, kunnu A-larm og Concrete nevnast. Einastu genturnar hetta kvøld vóru í higartil yngsta bólkinum í GBOB, A-larm, úr Klaksvík. Útyvir at hava ein kvinnuligan forsangara, skilti bólkurin seg eisini burturúr við at spæla popp-rokk. Forsangarin úr Concrete legði út við at siga “Hetta verður eitt sindur øðrvísi enn tað, tit hava hoyrt í kvøld og tað er kanska tað svakasta, tit fara at hoyra” og harvið var huglagið til framførsluna hjá teimum lagt. Fyrsta lagið hjá teimum, “al-Quaeda”, var eisini rættiliga provokerandi. Og tað var ivaleyst gott hjá áhoyrarunum við einum lítlum steðgi frá harða rokkinum. Eitt annað sum var eitt sindur óheppi hetta kvøldið var tøknin. Fleiri av tónleikarunum vóru rættiliga ónøgdir við henni hetta kvøldið, tí teir søgdu seg ikki at kunna hoyra seg sjálvar og tískil høvdu teir ringt við at spæla saman. Hetta hoyrdist eisini millum áskoðararnar og ljóðið varð tískil ikki eins gott og tað vanliga kundi verið. Tveir útlendskir dómarir og tríggir føroyskir Til at døma GBOB-kappingina, høvdu Føroyar fingið tveir útlendskar dómarar at koma afturat teimum trimum føroysku landsmonnunum Eyðfinn Jensen, Kári Sverrison og Bogi á Lakjuni. Christian Hald Buhl var tann fyrsti útlendski dómarin, ið varð kunngjørdur. Hesin arbeiðir nógv innan tónleik og hann rekur tónleika-umboðsstovuna, The Rocking Factory í Hollandi og Belgia. The Rocking Factory fæst mest við at hjálpa tónlistarfólkum, bólkum, tónleikafelagskapum og plátufeløgum úr norðurlondum at koma inn á Benelux marknaðin. Tó koma eisini verkætlanir fyri, har tað er tónleikur úr Benelux londunum, sum skal promoverast í norðurlondum. Christian hevur sýnt stóran áhuga fyri føroyskum tónleiki, síðan hann var millum útlendsku gestirnar á G! í ár. Christian er eisini sjálvur tónleikari og hann arbeiðir í løtuni við indie-popp. Annar útlendski dómarin var Per Nordahl úr Noregi. Per hevur arbeitt við norskum tónlistarfólkum og bólkum síðani 1999. Hann hevur verið dagligur leiðari av Honeymilk Records í fimm ár og hann var við til at skipa fyri Øya Festivalinum. Eisini hevur Per verið bookingleiðari á kenda spælistaðnum Mono og hann er ein av eigarunum av Blå, sum er eitt tað kendasta spælistaðið í Noregi. Boys in a Band vórðu nr. 1 Eftir eini sera áhugaverdari kapping bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið, varð at enda kunngjørt, hvør bólkur sleppur til Onglands at umboða Føroyar í altjóða GBOB kappingini. Í ár 2006 luttók skemtiligi dreingjabólkurin Boys in a Band eisini í GBOB-kappingini, har teir gjørdust nr. 2, og í ár gjørdust teir so stóri vinnarirnir. Hetta høvdu teir uttan iva eisini uppiborið. Framførslur teirra fríggjakvøldið og leygarkvøldið vóru sera góðar og sum vanligt dugdu dreingirnir sera væl at fáa áskoðarafjøldina at vera við uppá tað. Huglagið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði var gott alt kvøldið og tað tyktist eins og, at úrsltið als ikki tók nakran á bóli. Á 2. og 3. plássið vóru ávíkavíst The Story Ends og Fuckin’ A. Dómararnir søgdu seg hava ivast í, um Boys in a Band ella The Story Ends skuldu gerast vinnarir. Teir hildur, at fyrimunurin hjá Boys in a Band var, at teir vóru so sjálvsikrir á pallinum, tá ið teir spældu. Vónandi fara teir eisini at vera hetta, tá ið teir tann 4. desembur fara til Onglands fyri at kappast um 100.000 USD og eina rundferð kring heimin. 


Pætur Zachariasen, forsangari í Boys in a Band, um 1. plássið: “Vit høvdu ikki vant nakað serligt til kappingina,” viðgongur Pætur. “Men nú eru vit eisini í so góðari venjing, at vit ikki mettu hetta vera neyðugt.” Hóast teir áður høvdu tosað um at luttaka í GBOB aftur í ár, meldaðu dreingirnir seg ikki til kappingina fyrrenn tveir dagar áðrenn freistin var. “Vit taka tað bert sum eina uppliving, tað er í ár einki seriøst. Tí í løtuni hava vit so nógvar ymiskar bóltar í luftini.” Tá ið vit spyrja hann, um bólkurin ætlar sær at geva eina fløgu ella okkurt tílíkt út í næstum, svarar Pætur, at hann ikki rættiliga veit hetta. “Vit eru akkurát heimafturkomnir úr Íslandi, har vit hava spælt á Iceland Airwaves, sum er tann hippasti festivalurin, ið er. Fleiri av hinum bólkunum, sum spældu her, hava gjørt á tann hátt, at teir selja nakrar singuls og gera eina lp-plátu, ístaðin fyri at geva eina fløgu út. Eg veit ikki, um tað rætta fyri okkum er at geva eina fløgu út, men nú fáa vit at síggja...” 


Hanus Andreasen, gittari, og Heini Mohr, bass, úr The Story Ends um 2. plássið: “Vit kláraðu okkum júst, sum vit høvdu væntað,” siga Hanus og Heini úr bólkinum. “Vit høvdu ikki nakrar stórar vónir til kvøldið og sostatt vóru vit als ikki skuffaðir.” Eftir at hava hildið ein steðg uppá 8 mánaðar, byrjaðu dreingirnir aftur at spæla saman fyri tveimum mánaðum síðani. Hóast framførslan hjá teimum sum altíð var sera lívlig, siga dreingirnir seg ikki hava vant serliga nógv. “Eg haldi, vit hava vant einar tvær ferðir,” vil Hanus vera við. 



Frans Galán, sangari og gittaristur, úr Fuckin’ A um 3. plássið: “Fyri 10 døgum síðani, kom Magnus við uppskotinum um, at vit tríggir skuldu melda okkum til GBOB-kappingina.” Í 2005 tók SIC lut í GBOB og her gjørdust dreingirnir eisini nr. 3. “Tað er løgið at hugsa sær, at vit aftur í ár megnaðu at gerast nr. 3, tá ið tað bert var ein joke hjá okkum hesa ferð. Vit hava bert vant tríggjar ferðir til kappingina, meðan aðrir bólkar hava brúkt tímavís uppá at gera seg klárar til hesa. Vit tímdu ikki at gera so nógv burturúr, tí vit eru bert her fyri at hava tað stuttligt. Eg haldi, at tað vóru sera nógvir feitir bólkar í kvøld. M.a. spældu Ineptus heilt ótruliga væl. Eg havi mangan hoyrt dreingirnar spælt áður, men hetta er fyrstu ferð, at teir hava verið so góðir, haldi eg.” Tá ið hann verður spurdur um hvat slag av tónleiki, bólkurin spælir, svarar hann, at teir tríggir eru vorðnir samdir um, at teir spæla whiskey-metal. Ein teirra segði ein dagin, at whiskey longu hevði ein smakk og nú hevur tað so eisini eitt ljóð – teirra serstaka ljóð.