Gávumildir føroyingar sleppa lættari í skatti

Gev gávur til vælgerandi endamál, og drag tað frá í skatti

Føroyingar, sum geva gávur til vælgerandi og almannagagnlig endamál, skulu nú sleppa at draga tær frá í skatti.

Tað vilja tær báðar løgtingskvinnurnar fyri Tjóðveldi, Sirið Stenberg og Kristina Háfoss.

Mikudagin fara tær at leggja uppskot fyri løgtingið um skattafrádrátt fyri stuðul til vælgerandi og alment gagnligt arbeiði


- Endamálið er at gera tað enn meira áhugavert hjá fólki at lata stuðul til vælgerandi og almannagagnlig endamál, siga tær báðar.


Í Føroyum eru nógv feløg og stovnar ið gera eitt stórt vælgerandi og almannagagnligt gagnligt arbeiði, ið hevur týðning fyri sera nógv fólk og samfelagið alt.

Tær báðar nevna Beran, Krabbameinsfelagið og Javni sum dømi um trý slík feløg.

 

Tey flestu av hesum feløgum útvega pening við gávum og stuðli frá fólkum, men í dag er tað soleiðis fólk, ið lata tílíkan stuðul, lata hann av skattaðari inntøku.

Nú er so ætlanin, at tey skulu kunna draga tað frá, sum verður latið til vælgerandi ella almannagagnlig endamál. Tó skal í mesta lagi bera til at draga 15.000 krónur um árið.


 Tær báðar tingkvinnurnar vænta, at hetta fer at økja áhugan fyri at stuðla vælgerandi og almannagagnligum virksemi. Og tað fer so aftur at styrkja fíggjarliga grundarlagið undir teimum feløgum, ið virka fyri vælgerandi og almannagagnligum virksemi – til gagns fyri alt samfelagið, siga tær báðar.