Gav skeivum manni reytt kort

Spælararnir hjá donsku meistarunum vóru á gosi, tá Beauchamp fekk reytt kort, tá á leið 10 minuttir vóru eftir av dystinum hjá AaB móti Celtic.

Michael Jakobsen hevði nýtt neyðbremsuna móti Samaras, men Beauchamp var staddur nærhendis, og onkursvegna helt dómarin, at tað var seinni nevndi Michael, sum hevði forbrotið seg. Og so hjálpti tað lítið at mótmæla. Dómarin tóktist lurta nakað nógv í tráðleysa sambandinum til fjórða dómaran, men reyða kortið til ein skelkaðan Beauchamp stóð altso við.

 

Tað eydnaðist tó AaB at halda fast um málleysu støðuna, og við hesum eru teir fyrsta danska liðið yvirhøvur, sum hevur fingið stig á útivølli í Champions League bólkaspælinum.