Granskarar hava nú kannað og greinað tað, sum fleiir hava hildið vera ein mumia av einari havfrúgv. Í 40 ár hava tey í sonevnda Enjuin-templinum í Asakucki í Japan víst fram henda lutin - ella balsameraða skapningin.
Sagt hevur verið, at skapningurin líkist einum Nigyo úr japansku gudalæruni. Hetta er ein skapningur, sum líkist fiski við mannahøvdi og sum skuldi kunna lekja sjúkur og geva fólki eitt longri lív, skrivar vísindaliga netsíðan, Live Science.
Niðari partur av mumiu'ni líkist sterti av fiski og er dekkaður við fiskaroðslu.
Sambært japansku ávísini, The Asahi Shimbun, varð 30 sentimetrar langi balsameraði skapningurin funnin í einum kassa saman við einum pappírslepa við áskriftini: "Ein havfrúgv, sum varð fingin útfyri strondini í Tosa-landslutinum millum 1736 og 1741".
The Independent veit at siga, at tað fyri einum ári gjørdist greitt, at granskarar skuldu í holt við at kanna skapningin nærri. Fimm granskarar á universitetinum í Kurashiki saman við øðrum felagsskapum hava brúkt útgerð til greining av balsameraða skapninginum.
Niðurstøðan er, at hetta er ein tilgjørdur skapningur. Forskning.no veit at siga, at ein møguleiki var, at onkur hevði seymað yvirkroppin á einari apu saman við einum fiski. Men, soleiðis er tað ikki.
Greiningarnar vísa, at elligaml skapningurin er gjørdur úr pappíri, klædnapløggum, bumull og ymiskum øðrum. Tað merkir, at eingi lívfrøðilig evni úr menniskjum vóru at finna í balsameraða lutinum.
Granskarar halda, at niðari partur av kroppinum er sporl, finnur og skræða av einum sonevndum sciaenidae-fiski. Tað, sum gjørdi granskarar serliga ovfarnar, var, at her var hvørki ryggur ella bringukassi.
Ístaðin var kroppurin fyltur við klædnapløggum, pappíri og bumull, og "húðin" var gjørd úr tunnum pappíri og fiskaskræðu, har hár av djóri vóru límað á. Granskarar halda, at balsameraði skapningur er gjørdur einaferð seint í 1880-unum.