Gary Neville fer at gevast

Enska blaðið, The Sun skrivar, at Manchester United-verjuspælarin, Gary Neville fer at stilla gaggurnar, tá hetta kappingarárið er farið aftur um.

 

Sáttmálin hjá Gary Neville gongur út í juni, og tað finnast ongar ætlanir um at leingja sáttmálan.

 

34 ára gamli Gary Neville hevur havt nógvar skaðar at drigist við tey seinastu tvey árini. Gary Neville hevur spælt 583 dystir á besta liðnum hjá Manchester United, har hann hevur skorað sjey mál. Hann hevur verið í felagnum, síðani hann var 16 ár. Høgru bakkurin, sum fleiri ferðir hevur verið liðskipari hjá United hevur spælt 85 landsdystir fyri Ongland.

 

Gary Neville tekur venjaraskeið, og hevur ætlanir um eina yrkisleið, sum venjari í framtíðini.

 

Hinir báðir veteranarnir hjá Manchester United, Paul Scholes og Ryan Giggs hava báðir skrivað undir nýggjar eitt ára sáttmálar.