Í gjárkvøldið klokkan umleið 19:20 boðaði garnabáturin M/B Anita frá, at ein av manningini var dottin fyri borð.
Teir vóru við at seta gørnini, tá ein av manningini fekk ein enda um beinið, og var tveittur fyri borð. Óhappið hendi umleið 180 fjórðingar í ein útsynning úr Suðuroynni. Sjálvt um leitað varð eftir manninum beinanvegin, eydnaðist ikki at finna hann. Veðrið var vánaligt í økinum.
Sambært politinum, so leitar Anita framvegis í økinum, og Brimil er á veg á staðið. Tað vóru ikki onnur skip nærhendis, tá ið óhappið hendi.
Saknaði maðurin, er ein 34 ára gamal indonesiskur ríkisborgari.