Garnabátarnir Drelnes og Nim hava landað havtasku í Sørvági.
Nim var á Sørvági í gjár, teir høvdu 14-túsund pund av havtasku. Í morgun kom Drelnes á Sørvág, teir høvdu 20-túsund pund av havtasku, báðir eru farnir aftur til fiskiskap.
Útróðrabátarnir eru ikki úti, líkindini eru vánalig, eingin útróðrarbátur avreiddi í gjár og tað er heldur eingin í dag, verður sagt av Landingarmiðstøðini.