Í dag frá klokkan 13 til 17 skipar Dugni á Kambsdali fyri garasjusølu og jólahugna á Dugna á Kambsdali.
Endurnýtsluhandilin hevur samlað jólaprýði gjøgnum alt árið, og tað er hetta, sum verður sett til sølu seinnapartin í dag. Á Dugna á Kambsdali hava tey eisini gjørt serstakar jóladekoratiónir.
- Komið inn á gólvið til eitt prát og ein drekkamunn. Garasjan verður opin við góðum tilboðum, og einki kostar meira enn 100 krónur. Høvi er eisini at fylla posan fyri 30 krónur.
Tað siga tey á Dugna á Kambsdali, har jólahýrur og hugni eru í hásæti.










