Stóra hittið "Gangnam Style" hjá PSY hevur ikki einans ávirkað teir ymsu hitlistarnir seinastu tíðina.
Videolagið til sangin, sum er hugt eftir fleiri enn 192 miliónir ferðir á Youtube, hevur eisini veruliga sett ferð á ferðavinnuna í høvuðsstaðnum í Suðurkorea, Seul.
Gangnam er eitt av teimum 25 býarpørtunum í Seul.
Hóast maðurin aftan fyri sangin, Park Jae-Sang, ger gjøldur burtur úr yvirstættini í býarpartinum Gangnam, so hevur sangurin veruliga megnað at varpað ljós á býarpartin. So mikið nógv, at starvsfólk innan ferðavinnuna í Seul merkja ein stóran áhuga fyri Gangnam-býarpartinum.
- Nógv fólk ringja fyri at vita, hvar mann kann síggja henda býarpartin, og hvat mann kann gera har, sigur Luis Maravi, sum er marknaðarstjóri í Korea Tourism Organization í New York við CNN.
- Videolagið er blivið serstakliga væl umtókt. Tað er fantastiskt, at eitt videolag kann lata hurðarnar upp til Gangnam fyri fólkum, ið annars ikki vita nakað sum helst um hetta økið, greiðir Luis Maravi frá.
Gangnam merkir "sunnanfyri ánna" og vísir til staðið, har býurin liggur. Tað er við Han-ánna, sum rennur gjøgnum høvuðsstaðin í Suðurkorea. Býurin Gangnam er serliga kendur fyri handlarnar við mótaklæðum, serstøkum dýrum matstøðum og sølubúðum við ymsum luksusvørum.
Eftirspurningurin at síggja býin hevur verið so mikið stórur, at Korea Touism Organization bjóða nú ferðafólkum ein serligan túr runt í Gangnam. Alt orsaka av videolagnum "Gangnam style".