Í dag klokkan 15 verður skipað fyri gongutúri frá standmyndini á Høgabóli í Saltangará til standmyndina við Toftavatn.
Tað verður Jóannes S. Hansen, sum verður ferðaleiðari á túrinum. Hann fer at hugleiða um hús, fólk og bygningarnir, sum vóru og ikki eru meir og tikin verða brot úr søguni.
Greitt verður frá, hvussu hetta økið sá út, tá Jóannes var smádrongur fyri fimmti árum síðani.
Tey, sum ætla sær við á henda gongutúrin, sum er ókeypis, møta við standmyndina á Høgabóli klokkan 15.
Gingið verður nú út til standmyndina við Toftavatn og heim aftur í kantinuna í Løkshøll til kaffi og hugnaligt klaverspæl hjá Jóannesi S. Hansen.










